Hagtalstilfar og greiningar eru av størsta týdningi, um eitt samfelag skal menna seg. Eins og við einari fyritøku, sum hevur fyri neyðini at kenna sínar kundar, so er eisini neyðugt í samfelags høpi at vita so nógv sum gjørligt um viðurskiftini hjá borgarunum.
Arbeiðið hjá Lóður er skipað í verkætlanum, har neyðugi vísindaligi førleikin verður knýttur afturat hvørjari verkætlan. Lóður ger kanningar og greiningar av øllum sløgum. Fremsta raðfestingin er strembanin eftir at fáa eitt munandi størri grundarlag fyri hagtølum, soleiðis at greiningar kunnu gerast av týðandi viðurskiftum.
Ábyrgdina fyri Lóður hava Heri Joensen og Heri á Rógvi.